Ískoyti og rættingar

Ískoyti og rættingar

 

Nakrar rættingar og ískoyti eru fyrr gjørdar í bókaverkinum. Tær kanst tú síggja í bindi 2 bls. 397, í bindi 3 bls. 386 og í bindi 6 bls. 549. Hesar rættingar fara eisini at verða settar undir tey ávísu bindini á heimasíðuni. Alt verður ikki rættað, men alt tað, sum órógvar heildina ella eru mistøk t.d. føðidagar og føðiár. Nøvnini eiga at vera stavað rætt, húsanøvn og staðanøvn eiga at vera røtt o.s.fr.

 

Tað er spell og harmar meg, at stavivillur koma fyri í tekstinum. Men gera tær ikki tekstin torskildan, verður hetta ikki rættað. T.d. stavast verkstaðurin smiðja og ikki smiða, men neyvan ber til at misskilja tekstin fyri tað. Vónandi boðar tú mær frá, er onkunstaðni so nógv ólag í tekstinum, at hann eigur at verða rættaður.

 

Ískoyti av ymsum slagi fara ta næstu tíðina at verða sett undir tey seks bindini. Ymist kemur undan kavi, nú so nógv er komið á prent og lokkar annað fram: slekt, søgur, frásagnir, skjøl og lutir. Tilfarið á heimasíðuni fer tí at vaksa, sohvørt nýggjar upplýsingar koma fram, og aðrar rannsóknir verða gjørdar.

 

Martin Fjallstein, email: martin@fjallstein.dk, telefon: +4548794215. Leirvíkar bygdasøga er eisini á facebook: http://facebook.com/leirvikarbygdarsoga