Søgan um verkið

Søgan um verkið

 

Bókaverkið er ikki verk hjá einum manni, hóast bert ein er rithøvundur. Uttan sera nógv beinasemi, góða hjálp og stuðul, søgutilfar og keldutilfar var verkið ikki vorðið til. Sum nevnt á forsíðuni fekk rithøvundurin tíðliga áhuga fyri bygdarsøguni og fór at savna ymist saman. Hann prátaði og spurdi tey næstu, skrivaði upp og tók eisini nøkur prát upp á band. Eitt og annað varð evnað til stubbar ella greinar um bygdina t.d. um nótakast, um Óla bónda, bátasmiðin og um konufólk á báti.

 

Á heysti 2006 vendi rithøvundurin, sum tá var í øðrum arbeiði, sær til menn og virkir í Leirvík og spurdi, um teir vóru hugaðir at stuðla honum at skriva brot úr bygdarsøguni. Kvirt varð tann veturin, men tá ið hann var farin úr starvi í februar 2007, kom uppringingin úr Leirvík, sum loysti málið úr lagdi. Í apríl hetta árið var fyrsti fundurin í listaskálanum hjá Sjóborg og eftir tað einir tveir hvørt árið tey sjey næstu árini. Jógvan Elias Joensen, formaðurin á Tavuni, Osmund Justinussen, reiðari á Sjóborg, og Ingvar Joensen, stjóri á Tavuni, vóru hollir stuðlar og virkini hjá teimum tað, sum gjørdi arbeiðið og bókaútgávurnar gjørligar. Teir stovnaðu Grunnin Leirvíkar bygdarsøgu til frama. Sí meiri um hetta í bindi 1 (bókaútgávan) bls. 16-17.

 

Fyrsta bindið av Leirvíkar bygdarsøgu kom út á sólarkaffi 2010. Verkætlanin vaks tey næstu árini og gjørdist til eitt bókaverk við 6 bindum og úti við 3000 síðum. Tað síðsta bindið kom út um grækarismundið 2014.

 

Meðan arbeitt varð og nú, verkið er liðugt, kemur ymist undan kavi. Okkurt eigur at vera rættað, tí mistøk eru gjørd, okkurt eigur at verða betur lýst, og okkurt annað eigur at fáa eitt ískoyti, tí nú eru aðrar upplýsingar tøkar. Hetta er orsøkin til, at heimasíðan leirvik@info verður gjørd. Vónandi verður hon eisini góð til at taka, tá ið eitt og annað í bókunum skal finnast.

 

 

Stuðlar

Mentanarligir stuðlar

 

Tað verður ongantíð fullfíggjað, tá ið teir mentanarligu stuðlarnir skula nevnast. Kortini loyvi eg mær at nevna tey, sum eg ofta eri farin aftur til, og sum sjálvboðin hava latið mær okkurt ískoyti. Nógv eru nevnd undir teimum ymsu bókapørtunum. Nevnd ella ónevnd her, øll eiga hjartans takk fyri ómakin.

 

Hans Petur Øregaard í Keypmannahavn

Trina við Keldu í Ørbæk

Eirik Justinussen í Leirvík

Jógvan Elias Joensen í Leirvík

Esmar Fjallstein í Leirvík

Karl N. Hansen á Tvøroyri

Heri Tróndheim á Argjum

Tórður Samuelsen í Leirvík

Borghild Sjúrðarberg í Leirvík

Sofus Joensen í Leirvík

Kaj Norðgerð í Leirvík

Absalon Eliassen í Tórshavn

Karlamagnus Olsen í Leirvík

Ingvard Fjallstein við Norðskála

Tróndur Eysturstein í Leirvík

Jógvan Páll Sevdal í Leirvík

Ólavur Heinesen í Leirvík

Osmund Justinussen í Leirvík

Sonja og Hans Jacob á Reynatrøð í Leirvík

Petur Adrian Jacobsen í Leirvík

Freydis Poulsen í Klaksvík

Torgir Strøm í Porkeri

Bettemi Egilstrøð á Eiði

Jákup í Gerðinum í Hoyvík

Jóhan Mikkelsen í Tórshavn

 

 

Fíggjarligir stuðlar

 

Grunnurin, sum er nevndur niðanfyri, hevur tikið á seg ta nógvu fíggingina og tryggjað bókaútgávuna og -søluna. Íkastið hjá hinum fíggjarligu stuðlunum hevur tó lætt munandi um fíggingina. Tí eiga allir hesir stuðlar hjartans takk fyri stuðulin.

 

Grunnurin Leirvíkar bygdarsøgu til frama

(Sp/f E.J., Sp/f Sjóborg, Sp/f FMP og Sp/f Tavan)

Leirvíkar kommuna

Eysturkommuna

Leirvíkar kirkja

Norðoya Sparikassi

Lyons Club Eysturoy

Atlantic Airways

Smyril Line

Eik Banki

Mentanargrunnur landsins

 

 

Martin Fjallstein, email: martin@fjallstein.dk, telefon: +4548794215. Leirvíkar bygdasøga er eisini á facebook: http://facebook.com/leirvikarbygdarsoga