Navnalistar

Navnalistar til bind 1 - 6

 

Fyrr vóru konufólkini ofta ikki nevnd við navni. Tær vóru ikki sjálvstøðugir persónar, men vóru giftar ella høvdu verjar. Tí verða tær viðhvørt bert nevndar ”hustru” ella ”datter” hjá einum ávísum manni. Ofta ber ikki til at finna navnið. Sum frá leið gjørdist vanligt at skriva øll nøvnini upp í kirkjubókina, so vit kunna fylgja teimum flestu frá vøggu til grøv. Siðvenja var tó ikki at skriva tey upp í kirkjubókina, sum fórust av vanlukkum á sjógvi, í bjørgum ella fyri egnari hond og ikki komu í vígda jørð. Eisini hetta broyttist nakað eftir 1800. Pinkubørn missa vit viðhvørt burtur, men kunnu t.d. í skiftum síggja, um tey eru á lívi og arvingar ella eru deyð innan arvaskiftið og tí ónevnd.

Nøvn í túsundtali koma fyri í frásagnunum og lætt er at fløkjast í teimum, tí so nógv høvdu sama navnið. Tað kemur fyri t.d. at tveir brøður eita tað sama, og báðir eru á lívi. Vanligt var og er at nevna fólk við onkrum eykanavni ella eyknevni t.d. ikki bara Jógvan, men Heina-Jógvan, Jákup hjá Sannu. Marin Súsanna verður til Marsanna, Jóhanna til Hanna, Osmund til Ossi, Jógvan til Egga. Í bygdini vóru kanska 6-8 dreingir og menn, sum itu Jógvan.

 

Av stórum týdningi er at stava nøvnini rætt. Mestsum altíð er talan um, hvussu dópsnavnið ella fráboðaða navnið verður stavað í kirkjubókini. Viðhvørt sæst, at navnið verður stavað øðrvísi, t.d. tá ið tey verða konfirmerað ella gift.

 

Í frásagnunum verður tað vanliga føroyska navnið brúkt t.d. Elspa, Jóhanna, Jákup, Hanus og Pól. Soleiðis vórðu tey nevnd. Men undir slektsøgunum í bindi 1, 2 og 6 verður altíð byrjað við tí navninum, sum stendur í kirkjubókini. Tað var upp til okkara tíð skrivað á donskum t.d. Maren, Malene, Rachel, Jacob, Michael, Johannes, Poul. Síðani verður hildið fram við føroyska navninum. Eftirnøvnini verða kortini ikki broytt til føroyskt t.d. Jacobsdatter, Hansen, Poulsdatter.

 

Navnalistarnir byrja við fornavninum, og her verður aloftast tað føroyska navnið brúkt t.d. Anna, Jákup, Pól, Súsanna. Eftir fornavnið kemur eftirnavnið og síðuávísing. Á heimasíðuni ber til at leita eftir ávísum nøvnum í navnalistunum og síggja, hvussu ofta tey koma fyri í listanum. Navnalistin til bind 1 telur næstan 3000 nøvn og navnalistin til bind 6 eini 8000 nøvn. Navnalistar verða gjørdir til allar bøkurnar.

 

Lívið varð søga, og søga varð søgn

Lag: Seg lágt yvir hav

Eitt summarlot streyk blítt um bylgjur og bond,

Í havsbrúnni fánaði heimliga stronsd,

Í sólsetursglæmu brátt hómaðu fjøll,

Tey gleddust at treða ein ókendan vøll.

 

Tey komu um tanga og funnu sær støð,

Í huganum droymdu um grønkandi bø

og fenað og kanska ein kornbúnan teig.

- Á fjørðinum sóu tey kastandi seið.

 

Men lívið varð søga, og søga varð søgn,

Um Leirvík í fyrndini var mestsum tøgn.

Men fedrarnir, sum okkum høvdu á knæ,

Teir søgdu frá søgum, sum var tað í dag.

 

Teir mintust til tíðir, tá kotið var stás,

tá seiður og livur var útmerkað krás,

tá kúgvin og hønan var dýrabar ogn,

tá torvið stóð uppi á sumri í logn.

 

Teir mintust til tíðir, tá smátt var við hond

tá siglt var við seglum til fremmanda strond,

tá minurnar róku um fjørð og um hav.

Teir virdu, at Harrin, hann tók og hann gav.

 

Teir mintust til tíðir, tá broyting kom í,

tá kola og lampa var burturløgd tíð,

tá ravmagn og vatn vórðu løgd til hvønn garð,

tá útróðrarbátur var rokmikið far.

 

Teir gøtuna reiddu til ættir á ferð,

og samband teir vístu í verki og gerð.

Um andróður nívdi, og illgongd var røð,

teir vunnu um tanga og komu í støð.

 

Um lívið varð søga, og søga varð søgn,

um Leirvík í fyrndini mestsum var tøgn.

Í dag eigur bygdin ein fornaldargrip,

og søgan er skrivað í bøkur og rit.

 

If/2014

 

Martin Fjallstein, email: martin@fjallstein.dk, telefon: +4548794215. Leirvíkar bygdasøga er eisini á facebook: http://facebook.com/leirvikarbygdarsoga