Innihaldsyvirlit

Innihaldsyvirlitini til bindini 1 - 6

Bind 1

Brot úr søguni fram til um 1900

Hús og ættir á Toftanesi, slektsøgan 1700-2010

Í hesum bindinum verður greitt frá víkingaaldarsøguni, miðøldini og veðurlagnum. Síðani verður greitt frá landbúnaðarsamfelagnum, bø og haga, innleggingum, korni, torvi og tara. Aftasti parturin er slektsøgan á Toftanesi, (í Innistovu, í Útistovu, á Mýrini, á Leingjuni, á Gerðisbakka, í Króki og Inni í Líð).

Tíverri kemur fyri í teimum fyrru bindum, at víst verður til bind 2, 3 og 4. Men av tí at verkið seinni varð býtt upp í 6 bind, er henda ávísingin ikki altíð røtt.

 

Bind 2

Kirkjusøgan, heimamissiónin, brøðrasamkoman, losjan og skótarnir

Hús og ættir við Garð, slektsøgan 1700-2010

Kirkjuviðurskiftini verða lýst í katólskari og protestantiskari tíð og andliga lestrinum, greitt verður frá gomlu sóknarkirkjuni í Fuglafirði, og tá ið Leirvík aftur fekk nýggjan kirkjugarð og kirkju. Eisini verður fylgt hesi kirkju og kirkjutænarum upp til 2010. Heimamissiónin, brøðrasamkoman og losjan komu mest sum um sama mundið til Leirvíkar. Hesar andligu rørslurnarog avhaldsarbeiðið í bygdini verða lýst hvør sær. Aftasti parturin er slektsøgan við Garð.

Bind 3

Skúlasøgan, kommunusøgan og onnur brot úr bygdarsøguni

Siðvenja var, at børn lærdu at lesa og sína kristintrúgv heima við hús. So við og við fingu bygdirnar skúlar. Leirvík hevði ein skúla um 1870 og fekk nýggjan skúla í 1883 og aftur í 1927. Hesin varð útbygdur og mentur í sekstiárunum og aftur um aldaskiftið. Greitt verður frá skúlamenningini og lærarunum. - Eftir ymsa tilgongd innan sosialmál vóru Føroyar í 1872 býttar í sjey kommunur, Eysturoy var ein teirra. Hon fór at enda sundur í 13 kommunur, og Leirvík gjørdist ein teirra í 1918. Fylgt verður hesi kommununi næstu 90 árini, til hon og Gøtu kommuna løgdu saman í 2008. - Í hesum bindinum eru eisini søgubrot um vápnaførar menn, ljósmøður og læknar, telefon, vatnfeløg, minurnar undir krígnum, Bygdarhúsið, Norrøna felagið, Limmulundina og Árins Rósu.

Bind 4

Staðanøvnini, ýti og mið, báta- og skipasøgan, fiskivinnan og handlarnir fram til 1945

Øll kend staðanøvn úr fjøru til fjals og handan fjørð eru sett upp í listum, lýst við teksti og staðfest á fotomyndum. Eisini verður greitt frá seyði og fjallgongum. - Ýti og mið í fjørðinum, sunnanfyri og á Norðhavinum eru somuleiðis lýst við teksti og strikumyndum á kortum. - Í bátasøguni verður sagt frá siðvenju, bátum og bátsskipanum, neystum, reiðskapi, fiskiskapi, hendingum og vanlukkum. Eisini verður greitt frá Óla bónda og bátasmíði á Toftanesi og frá nótakasti. Eftir 1910 mentist útróðurin við deksbátum og seinni maskinbátum. Bygdarmenninir fóru eisini við slupp og skonnart um høv ella til lands í Íslandi, og í bygdini vóru skip, fiskavirking og handlar. Onkur ár varð bygdin meint rakt av skipsvanlukkum og umfarssjúkum.

Bind 5

Yngra fiskivinnusøgan, 1945-2012, bátar, skip og virkir

Brot úr bygdarmentanini, ítrótt, sjónleikur, tónleikur og list

Í hesum partinum verður greitt frá øllum útróðrarbátunum, línuskipunum og trolarunum, sum komu eftir kríggið og til 2012. Greitt verður frá umstøðunum, fiskiskapi, fiskileiðum, kai og havnargerð, turkihúsi og flakavirki. Søgan um Frost í 40 ár er gjølla lýst. Eisini er greitt frá øðrum fiskavirkjum í bygdini: Knettavirkið, flakavirkið hjá Kjartani, Tavan og Høvdavirkið. Aftast í hesum parti er um sigling við norðmonnum og frásagnir um siglandi menn og einar 20 persónssøgur. - Síðani 1900 hevur verið áhugi fyri fótbólti og tíðliga kom fótbóltsfelag í bygdini. Ymsar aðrar ítróttargreinir tóku seg upp: kappróður, handbóltur og flogbóltur, sum greitt er frá. - Dansistova kom um aldaskifti 1900 og nakað seinni harmonikutónleikur. Eftir kríggið mentist popptónleikurin og hópin av tónleikabólkum royndu seg tey næstu 40 árini. Í tí fátæku bygdini var eisini gróðrarbotnur til sjónleik, sangkór og listafólk, sum greitt er frá í hesum bindi.

Bind 6

Hús og ættir á Áargarði og á Bakka 1700-2012

Nøkur bygdarfólk í og úr bygdini. Sangir, tættir og skemt.

Greitt verður her frá slektsøguni í tí størsta býlinginum, har eini 8-10.000 nøvn koma fyri. Tey gomlu húsini eru Guttastova, Jógvansstova, Heiðriksmørk, Húsamørk og í Køk, Útistova/við Stein, Mikkjalshús, Símunshús, undir Húsunum, Lutastaður, í Beiti, Ísakshús, Klemman, Skoran og á Regni. Um og eftir 1900 komu hús í Geilini, úti á Garði, við Keldu og eftir Bakka.

At enda eru nakrir sangir um heimbygdina, nakrir tættir um hendingar og stuttar skemtisøgur.

 

Hvussu bøkurnar eru skipaðar

Allar seks bøkurnar eru skipaðar á mest sum sama hátt. Fremst í hvørjari bók er eitt væl greinað innihaldsyvirlit, sum kann brúkast sum uppslagsverk, um ætlanin er at finna eitt ávíst evni. Tínæst kemur høvuðsteksturin við hópin av myndatilfari, talvum og kortum. Í aftara enda er navnalistin, sum er skipaður í bókstavaraði eftir fornavni, og aftast er bókmentalistin.

 

Bert í bindi 1, 2 og 6 eru navnalistar, og bert í bindi 1 er hann mest sum fullfíggjður við umleið 3000 nøvnum. Í bindi 2 og 6 er eitt úrval av nøvnum í hvørjari slekt tikin við í listan t.d. er rithøvundurin at finna undir Esmar Fjallstein. Í bindi 6 eru so nógv nøvn, at allur navnalistin vildi fylt einar 50 síður. So við og við verður navnalisti til øll seks bindini lagdur út á heimasíðuna.

 

Av tí at bøkurnar eru komnar við millumbilum, eru ymsi lýti komin til sjónar í teimum fyrru bókunum. Tí eru rættingar og ískoyti aftast í bindi 2, 3 og 6. Nú verður hildið fram við hesum á heimasíðuni.

 

Martin Fjallstein, email: martin@fjallstein.dk, telefon: +4548794215. Leirvíkar bygdasøga er eisini á facebook: http://facebook.com/leirvikarbygdarsoga